Minningarhald teirra sjólætnu

Mikudagin 1. november er alla halganna gagur, minningarhald verða hildin í fleiri bygdum í kommununi. 

Minningargudstænasta við Gjógv
Minningarhald teirra sjólætnu verður í Gjáar kirkju kl.14.00. Emil Olsen, sóknarprestur talar.
Nøvnini á teimum sjólætnu verða lisin.
Eftir gudstænastuna verður farið til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Minningargudstænasta í Haldórsvík
Minningarhald teirra sjólætnu verður í Haldórsvíkar kirkju kl. 14.00. 
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestur, talar.
Nøvnini á sjólætnum verða lisin.
Eftir gudstænastuna verður farið niðan á minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Minningargudstænasta í Hósvík
Minningarhald teirra sjólætnu verður í Hósvíkar kirkju kl.15.30. 
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestur talar.
Nøvnini á sjólætnum verða lisin.
Eftir gudstænastuna verður farið út á minnisvarðan, har kransar verða lagdir.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00