Hugnakvøld um staðarnøvn í Hósvík

Fyri at varpa ljós á stóra arbeiðið við staðarnøvnum í Sunda kommunu, verður í vetur skipa fyri kunnandi hugnakvøldum, har greitt verður frá arbeiðnum.

Mikukvøldið 15. november kl. 19.00 verður hugnakvøld í róðrarneystinum í Hósvík har greitt verður frá verkætlanini og Hans Erland í Brekkunum sigur frá ymsum forkunnugum um staðarnøvnini í Hósvík.

lagt verður upp til, at bygdafólk og onnur við áhuga fyri staðarnøvnum møta. Høvi verður at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

Tað var í apríl mánað 2016, at verkætlanin "Staðarnøvn í Sunda kommunu" varð almannakunngjørd á hátíðarløtu í Tjørnuvík. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Kunnað teg meira um staðarnøvn her: sunda.kort.fo

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00