Mentanardagar 2018

Mentanardagar 2018 verða í døgunum 13. - til 22. september. Mentanardagarnir eru 10 dagar við mentanarligum tiltøkum av alskyns slag í fleiri av bygdunum í kommununi. Kommunan hevur samskipandi leiklut. 

Roynt verður at miða breitt, so nakað er fyri allar aldursbólkar og áhugamál. Hetta verður gjørt í teirri vón, at tiltøkini fáa góða móttøku, og at hetta gevur fyrireikarunum hug og dirvi at halda fram við enn fleiri tilboðum.

Í kommununi eru góðir møguleikar at skipa fyri tiltøkum hjá feløgum og einstaklingum, ið hava hug til tess. Vit vóna, at kommunan kann hava ein virknan lut í hesum frameftir við at skapa karmar, ið øll hava gagn av, tí trivnaðurin hjá borgarunum er eitt av hjartamálunum hjá okkum.

Myndir frá mentanardøgunum 2017 síggjast her.

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00