loyvi at brenna nýggjársbál

Søkjast kann um loyvi hjá kommununi innan 20. desember 2017 við at útfylla umsóknarblað á www.sunda.fo og senda tað til sunda@sunda.fo.

Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál. Loyvið verður givið við somu treytum, sum fyri nýggjárs-, jóansøkubál o.t.

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:

• at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur

• at støddin á bálinum er í mesta lagi 5 metrar í diametur og umleið 2 metrar í hædd

• at veðrið er til vildar, og vindferðin skal í mesta lagi verða 15 m/s

• at frástøða til hús og lutir nærhendis er nóg stór

• at navnsnevndur ábyrgdarpersónur stendur fyri loyvinum, og er á staðnum tá brent verður

• at navn, adressa og fartelefonnummar hjá ábyrgdarpersóninum verða upplýst kommununi, tá søkt verður um loyvi til bálbrenning

• at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda, er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning

• at økið verður ruddað í seinasta lagi kl.12.00 dagin eftir

• at spannir ella vatnkør eru á staðnum til sløkking ella køling í sambandi við møguligar brunaskaðar

Sera umráðandi er, at fýrverk ikki verður tveitt í bálið.

Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin og annar ampi standast av brenningini.

Til ber at søkja her.

Sunda kommuna

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00