Vatnveiting við Norðskála dagførd í næstum

Sunda kommuna hevur í longri tíð havt trupulleikar við vatnveitingini við Norðskála. Økt búseting og økt vinnuligt virksemi, umframt at Nesvík er knýtt í veitingina frá Norðskála, hevur ført við sær, at leiðingin til norðara partin av Norðskála tíðum ikki klárar at veita nóg nógv vatn. Trupulleikin hevur serliga víst seg sum vatntrot í ovastu húsunum við Rættargarðar.

Vatnveitingin við norðskála er bygd upp soleiðis, at frá vatnverkinum og oman til norðastu húsini á Heiðavegi liggur 6 tumma vatnleiðing. Herfrá fer vatnleiðingin í tvey, ávíkavist 6 tumma leiðing suðureftir og 4 tumma leiðing norðureftir. Tað er nóg nógv vatn tøkt frá vatnverkinum, men 4 tumma vatnleiðingin norðureftir, megnar ikki at veita nóg nógv vatn, tá ið á stendur.

Kommunan hevur sett pengar av á fíggjarætlan fyri 2018 til at leggja nýggja 6 tumma leiðing til norðara part av Norðskála. Útboð av hesum arbeiði er um at vera klárt og verður sent út í ár, umframt at arbeitt verður við at fáa neyðug loyvir, so farast kann undir arbeiðið fyrst í komandi ári.

Áðrenn hetta arbeiðið verður liðugt fer kommunan at vera í tøttum samskifti við størstu brúkararnar av vatni, soleiðis at veitingin kann laðast teirra virksemi, í mun til tørvin, og í mest møguligan mun tryggja at aðrir borgarar ikki eru uttan vatn.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00