Jólakonsert í Hósvíkar kirkju

Mánakvøld 18. desember kl. 20.00 verður høvið at hoyra Eiðis ljómfelag spæla jólaløg í Hósvíkar kirkju.

Hósvíkar kirkja er víðka frammi í kór og tí ber til at hava stórt orkestur at spæla í kirkjuni. Áhugavert verður hjá orkestrinum at spæla á fyrsta sinni í Hósvíkar kirkju. Umframt jólaløg spæla tey tema úr “Finlandia” samband við 100 ára dagin hjá Finnlandi. Annars spæla tey sálmar og sangir úr “Reyðu bók” og felagssálmur verður “Føgur er foldin” og “Gleðilig jól”.

Jólakonsertin hoyrir jólunum til, og í ár hava hósvíkingar o.o. høvi at njóta eina jólakonsert.

Øll eru vælkomin.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00