Starvsfólk á dagstovnum fáa løn í desember

Sunda kommuna fylgir tilráðingini frá kommunala arbeiðsgevarafelagnum og fer at gjalda løn til allar námsfrøðingar og starvsfólk á dagstovnunum sum vanligt í desember.

Sí tíðindaskriv niðanfyri:

Kommunurnar rinda námsfrøðingunum fulla løn í desember
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur avgjørt at rinda námsfrøðingunum og hjálparfólkunum, sum eru rakt av verkbanni og verkfalli, fulla løn í desember, eftir at Pedagogfelagið ikki sær seg ført fyri at hjálpa sínum limum. Verkbannið stendur kortini við, og ov nógv útgoldin løn verður mótroknað í januarlønini

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur í dag avgjørt at rinda námsfrøðingunum, sum eru raktir av verkbanni og verkfalli, fulla løn í desember fyri at geva námsfrøðingunum jólafrið. Verkbannið stendur kortini við, og ov nógv útgoldin løn verður mótroknað í januarlønini.

-Vit vóna, at Pedagogfelagið í januar hevur fingið síni viðurskifti í rættlag, soleiðis at fakfelagið tá verður ført fyri at rinda sínum limum løn, so leingi arbeiðssteðgurin á námsfrøðiliga økinum stendur við, sigur Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Hon leggur dent á, at jólini hava við sær, at talan er um eina serstøðu, og tí víkja kommunurnar í jólamánaðinum frá síni upprunaligu støðu um ikki at gjalda lønir út, so leingi arbeiðssteðgur valdar á hesum arbeiðsøki.

-Vit eru greið yvir, at hetta stigið kann hava við sær, at stríðið á námsfrøðiliga økinum gerst longri, tí mistar lønarinntøkur ikki ávirka desember, men nú hava vit í øllum førum givið námsfrøðingunum jólafrið, og so vóna vit at hittast aftur við samráðingarborðið at loysa ósemjuna á námsfrøðiliga økinum, sigur Annika Olsen.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00