Nýggj bryggja í Haldórsvík

Býráðið samtykti í 2017, at taka gomlu bryggjuna á havnalagnum í Haldórsvík burtur og gera eina nýggja betong og timburbryggju.

Arbeiðið varð boðið út, og hevði sp/f Jóan Petur Vang, byggimeistari, lægsta tilboðið. Arbeiðið hevur kostað kommununi 3.000.000 kr.

Alifyritøkan Marine Harvest hevur nógv virksemi í Haldórsvík og gamla bryggjan var ikki hóskandi virksemi longur. 

Arbeiðið eru nú komið so mikið væl áleiðis, at nýggja snotuliga betong og timbur bryggjan verður avhendað til kommununa síðst í januar mánaða.

Myndir síggjast her:

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00