Yvir 5600 ferðandi í 2017

Nú er eitt ár síðani Sunda kommuna bjóðaði ókeypis bussleið. Vit kunnu nú staðfest, at fyrsta árið hevur gingið sera væl. 

 

Kommunan hevur fylgt neyvt við hvussu talið av ferðandi hevur verið á ymsu túrunum, og tá 2017 verður talt saman hava 5.604 ferðandi koyrt við bussleiðini. Stórsti parturin av ferðandi eru børn og ung sum brúka bussin til og frá frítíðarvirksemi.

Á fundi í vetur varð bussleiðin eftirmett og síðani varð ferðaætlanin dagførd samsvarandi tørvinum. Nýggj ferðaætlan er gjørd fyri 2018 og sæst hon her.

Býráðið hevur samtykt, at bussleiðin kemur at hava eitt royndarár afturat.

Rís og rós um bussleiðina kunnu sendast til sunda@sunda.fo. 

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00