Ferðavinnan á breddan

Kommunan hevur orðað eitt uppskot til ferðavinnupolitikk, sum lýsir, hvussu kommunan ætlar at skipa økið. Uppskotið liggur nú frammi til almenna hoyring og ætlanin er eisini at hava borgarafundir um evni.

Málið hjá kommununi er, at skapa best møguligu fortreytir fyri, at borgarar og fyritøkur í hesum øki hava hug og dirvi til at bjóða seg fram í hesi skjótt vaksandi vinnu, so hon fer at kasta pening av sær til økið.

Farið verður runt um í bygdunum at hava kunnandi fundir um ferðavinnupolitikkin. Endamálið við fundunum er, at borgarar og onnur við tilknýti til bygdirnar fáa høvi at siga sína meining og seta spurningar.

Kommunan hevur áhugað í, at fáa viðmerkingar inn og tí verður uppskotið til ferðavinnupolitikk lagt út á heimasíðu okkara til øll at lesa.

Viðmerkingar kunnu sendast inn til sunda@sunda.fo.

Uppskotið til ferðavinnupolitikk kann lesast her: FERÐAVINNUPOLITIKKUR 2018-2028.

 

Skráin fyri nær fundirnir verða hildnir er henda:

Hósvík

- Í Hósvíkar skúla mánakvøldið 26. februar kl.19.00

Saksun

- Í Dúvugørðum mikukvøldið 28. februar kl.19.00

Hvalvík og Streymnes

- Á skúlaloftinum í Hvalvíkar skúla hóskvøldið 1. mars kl. 19.00

Norðskáli, Oyrarbakki og Oyri

- Í Eydnuni mánakvøldið 5. mars kl.19.00

Tjørnuvík, Haldórsvík og Langasandur

- Í bygdarhúsinum í Tjørnuvík týskvøldið 6. mars kl.19.00

Gjógv

- Í bygdarhúsinum mikukvøldið 7. mars kl.19.00

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00