Tiltak um føroysk klæði á Sunda bókasavni

Mikukvøldið 21. februar kl.19.00 skipar Sunda bókasavn fyri hugnaligum frásøgukvøldi, har Noomi í Dali kemur at greiða frá.

 

Føroysku klæðini eru livandi mentan, sum verður endurnýggja av hvørjum ættarliði. Vit halda okkum vita, at útsjóndin á klæðunum kann førast langt aftur, men hetta er bara partvís rætt. Um hugt verður eftir ymiskum tíðarskeiðum sæst at klæðini broytast og nýggir litir og samansetingar koma fram, ella tað verður tikið aftur í okkurt gamalt. 

Hugt verður eftir ymsum tíðarskeiðum, og hvussu føroysku klæðini hava sæð út.

Eftir tiltakið verður drekkamunnur at fáa og høvi verður at lána bøkur. 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00