Aðalfundur í EB/Streymi

Regluligi ársaðalfundurin hjá EB/Streymi verður við Margáir týskvøldið 27. februar 2018, kl. 19.00.
Skrá:
1. Val av fundarstjóra
2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
3. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
4. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
5. Val av grannskoðara
6. Innkomin mál
7. Ymiskt.

Undir punkt 6: Innkomin mál er eitt mál komið frá nevndini, sum skjýtur upp at broyta lógina, soleiðis at tað verða tveir aðalfundir um árið. Ein um heystið, beint eftir at landskappingin er liðug, har frágreiðing, nevndarval v.m. verður viðgjørt, og ein í januar/februar, har roknskapurin verður viðgjørdur. Eisini skjýtur nevndin upp at hækka talið av nevndarlimum frá 5 til 7.

Nevndin

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00