Borgarafundir um ferðavinnu

Fyrsti borgarafundur um ferðavinnupolitikkin verður í Hósvíkar skúla mánakvøldið 26. februar kl.19.00. 

Kommunan hevur orðað eitt uppskot til ferðavinnupolitikk, sum nú liggur frammi til almenna hoyring. Komandi tvær vikurnar verða seks borgarafundir um ferðavinnu. Endamálið við fundunum er, at borgarar og onnur við tilknýti til bygdirnar fáa høvi at siga sína meining og seta spurningar.

Uppskotið um ferðavinnupolitikk fyri Sunda kommunu kann lesast her.

Liljan Weihe, journalistur, verður orðstýrari og aftaná fundin bjóðar kommunan okkurt gott undir góman.

Skráin fyri nær komandi fundirnir verða hildnir er henda:

- Í Hósvíkar skúla mánakvøldið 26. februar kl.19.00

- Í Dúvugørðum mikukvøldið 28. februar kl.20.00

- Á skúlaloftinum í Hvalvíkar skúla hóskvøldið 1. mars kl. 19.00

- Í Eydnuni mánakvøldið 5. mars kl.19.00

- Í bygdarhúsinum í Tjørnuvík týskvøldið 6. mars kl.19.00

- Í bygdarhúsinum við Gjógv mikukvøldið 7. mars kl.19.00

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00