Útbyggja ítróttarøkið við Margáir

Býráðið samtykt á býráðsfundi mánakvøldið 26. februar, at gera munandi útbyggingar á ítróttarøkinum við Margáir í Streymnesi.


Tað er fyritøkan Westtech í Sørvági, sum hava teknað heildarætlanina. Ætlanin inniber nýggja ljósmastrar, útbygging av ítróttarhúsinum, skýli yvir áskoðaraplássini umframt ein goymslubygning.

Kommunan ætlar at fáa gjørt grevstur, stoyping av húsi, dekkelementir, tekju og ljósmastrar í 2018. Restin verður gjørd í 2019. 4,1 millión er sett av til arbeiðið í 2018.

Vøllurin varð skiftur út í 2016 og í fjør varð volli gjørdur inn ímóti dalinum. Tá heildarætlanin er gjørd verða karmarnir at íðka ítrótt við Margáir sera góðir.

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00