Grannakaffi 3. mars

Leygardagin 3. mars verður bjóða inn til Grannakaffi í fleiri bygdnum.

Í Dagtilhaldinum Blákollan á Oyri frá kl. 10.00-13.00. Áleið kl.11.00 kemur Eydna Hummeland, rynkeby súkklari, at greiða frá. Ester Kristiansen kemur eisini framvið at syngja nakrar sangir.

Í róðrarneystinum í Streymnesi frá kl. 11.00-15.00. Kaffi/the og lekrar køkur vera at fáa. Kl. 12.30 kemur Signar í Homrum at spæla nøkur løg.

Í Avhaldshúsinum í Haldórsvík frá kl. 14.00-17.00. Martin Joensen luttekur.

 

Um tiltakið Grannakaffi

Vit eru mong, sum á hvørjum ári antin beinleiðis ella sum familja, vinir ella starvsfelagar fáa krabbamein tætt inn at okkum. Kenslan av hjálparloysi bankar á dyrnar, tó at spurningurin um, hvussu vit kunnu hjálpa fær okkum at lata dyrnar upp og gera eitthvørt. Til tíðir kann tað tykjast torført at fáa greiði á, hvussu vit best kunnu veita hjálp, men einfalda loysnin er at hjálpa teimum, sum longu hjálpa.

Tí hevur Krabbameinsfelagið tikið stig til Grannakaffi. Grannakaffi er liður í støðuga arbeiðinum hjá felagnum og byggir á tað, sum vit føroyingar frammanundan duga serliga væl; at hugna okkum og vera saman í gaman og álvara.

Vertirnir til Grannakaffi bjóða grannum, vinum, starvsfelagum og øðrum á gátt til ein drekkamunn, eitt prát, eina uppliving ella okkurt heilt annað. Einstaki verturin setur sín dám á tiltakið, so leingi tað ikki stríðir móti virðunum hjá Krabbameinsfelagnum. Gesturin rindar eftir førimuni, í trúnaði og hvør króna ger mun.

les meira á www.krabbamein.fo

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00