Kingobólkurin á ferð í Danmark

Kendi Kingobólkurin úr Tjørnuvík, sum eigur sín stóra lut í, at sangarvurin eftir mæta sálmaskaldið Thomas Kingo (1634-1703) verður varðveittur, fer á páskum at hava framførslur í fleiri býum í Danmark. Hetta er sættu ferð, at Kingobólkurin er á sangferð í Danmark síðani 2003.

Byrjað verður seinnapartin pálmasunnudag í Ørslevkloster kirkju. Tiltakið í Ørslevkloster kirkju verður nakað heilt serligt. Í kirkjuni liggur víðakendi føroyingurin, Magnus Heinason, grivin. Hann varð hálshøgdur í Keypmannahavn í 1589 fyri sjórán. Árið eftir varð hann náðaður og síðani fluttu einkjan og ein vinur kistu hansara til Ørslevkloster Kirkju, har hann fekk eina heiðursjarðarferð. Fýra av manningini í kingobólkinum eru í ætt við Magnus Heinason.

Mikudagin er framførsla kl.19.00 í Sct. Johannes Kirkju í Herning. Skírishósdag syngur kórið kl.16.00 Hvidbjerg Kirkju á Thyholm og langafríggjadag verður sungið í Klitmøller kirkju kl. 10.30. Fyrra páskadag syngur kórið í Ølsted kirkju klokkan 11.00, Ølsted liggur nær Århus.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00