Fjølgast í Sundalagnum

Fólkatalið í Sunda kommunu hevur nú sett met. Seinasta uppgerðin vísur, at 23. mars 2018 búðu 1.775 fólk í kommununi, og er hetta tað hægsta nakrantíð.

Seinasta árið eru netto 28 fólk flutt til kommununa, meðan burðaravlopið er 18. Í 2005, tá tær seks gomlu kommunurnar løgdu saman, búðu 1557 fólk her. Hesi árini er fólkatalið sostatt vaksið við 218 fólkum, sum er 14%.

Enn er tó gott pláss og enn hevur kommunan fleiri grundstykkir tøk. Rúm er eisini fyri fleiri børnum í teimum trimum dagstovnunum. Nýggjur skúli og ítróttarhøll verða bygd á Oyrarbakka í løtuni, so umstøðurnar hjá barnafamiljum eru av teimum allarbestu.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00