Okkara børn Betri vinir

Seinasta fríggjadag varð felags ráðleggingardagur fyri stovnarnar í Sunda kommunu.

Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum í ár var hildið á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka. Okkara áleið 70 starvsfólk frá dagstovninum við Stórheygg í Hósvík, dagstovninum við Kráir í Hvalvík og frá dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka luttóku á ráðleggingardegnum, umframt tað vóru eisini nakrir lærarar frá barnaskúlanum við. Í ár var evnið Betri vinir, sum er ein verkætlan hjá Barnabati í móti happing millum børn. Les meira um verkætlanina her.

Dagurin eydnaðist sera væl. Ein samansjóðandi ráðleggingardagur í fakliga kveikjandi umhvørvið er umráðandi fyri trivnað og samanhald í kommununi.

Myndir frá degnum síggjast her:

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00