Raðfesta listina

Gamli skúlin í Tjørnuvík, sum í dag verður nýttur sum listafólkabústaður, er nú liðugt umvældur. Býráðið hevur sett sær fyri at seta allar gomlu skúlarnar í stand og nú er skúlin í Tjørnuvík umvældur.

Skúlin í Tjørnuvík hevur fingið nýtt tak, nýggj vindeygu og hurðar. Bygningurin er bjálvaður og klæddur. Innan er nýtt baðirúm gjørt og flísar eru lagdar á gólvið í durðinum. Umframt hetta so er niðara hæddin málað innan og ymiskt nýtt innbúgv keypt. Í summar verður skúlin málaður.

Uttanum økið er eisini gjørt. Fótbóltsvøllurin er skiftur, asfalterað er rundan um skúlan og spæliplássið er umvælt. Økið uttanum skúlan er tøkt hjá øllum at at brúka.

Í alt hevur íløgan at umvæla gamla skúlan kosta knappa hálva millión, deild yvir tvey fíggjarár.

Tað var í 2014, at avtala varð gjørd við Listafólkasamband Føroya, LISA, um at leiga bygningin út til listafólk. Samstarvið hevur virka sera væl og skúlin verður dúgliga nýttur av bæði føroyskum og útlendskum listafólkum.skulin i tjørnuvik 2018

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00