Camping- og tjaldingarøkið letur upp

Leygardagin 7. apríl letur Campingøkið Flatnagarður við Gjógv upp.

Til ber at bíleggja sær pláss við at ringja til Gjáargarð á telefon 423171 ella gjøgnum heimasíðuna www.campingbygjogv.com.

Á Flatnagarði eru 22 pláss um framt pláss at tjalda. Á økinum er snotuligur bygningur við vesi, brúsu, vaskimaskinu og turkitrumlu. Frítt internet er eisini. Við Gjógv ber til at taka sær av løttum, ganga túrar, spæla á Lítlafløtti, eta góðan mat og njóta ljósini í Gjónni um kvøldarnar.

Kampingøkið Flatnagarður er opið til 1. september.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00