Flaggdagshald í Hvalvík

Fitt av fólki varð til flaggdagshaldið í Hvalvík, sum skótaliðið Borgin skipaði fyri.

Katrin Kallsberg, løgtingskvinna, helt røðu og Eiðis Ljómfelag spældi. Byrjað varð við skrúgongu og eftir flaggdagshaldið vórðu øll boðin inn í Hvalvíkar skúla til ein drekkamunn og tombola.

Røðan hjá Katrin 25. apríl:

Eg vil fyrst av øllum takka fyri heiðurin at vera boðin norður her á sjálvum flaggdegnum.
Ein serstøk tøkk til tykkum skótar fyri at skipa fyri.

Í dag hátíðarhalda vit Merkið.
Hetta vakra krossmerki, sum var borið fram á fyrsta sinni í juni 1919, av Jens Olivur Lisberg, Janusi Øssursyni og Paula Dahl. Hóast fólk longu í 1920-árunum byrjaðu at flagga við Merkinum, gingu tó góð 20 ár, áðrenn Merkið fekk almenna viðurkenning sum føroyskt tjóðarmerki 25. Apríl 1940.
Merkið er okkara, og hevur nú í 78 ár fylgt okkum føroyingum á okkara ferð gjøgnum lívið. Frá borðflagginum, sum á føðideildini verður borðið inn á bakkanum við einum themunni eftir at kvinnan hevur átt, til Merkið sum flaggar í hálvari stong, tá vit fara herfrá.
Merkið er fyri okkum øll, líkamikið hvørji vit eru, hvaðani vit koma, ella hvør okkara trúgv ella politiska sannføring er.

Merkið eyðmerkir okkum sum føroyingar og føroysk tjóð.

Hóast Merkið sostatt er fyri okkum øll, hava vit helst øll ymiskar tankar og kenslur fyri tí. Eg ivist ikki í, at tað ættarliðið, ið stríddist fyri at vinna Merkinum viðurkenning, hevði aðrar kenslur fyri Merkinum, enn fleiri í yngru ættarliðunum hava. Men eg ivist tó heldur ikki í at kenslurnar eru sterkar enn, tað sæst til landsdystir, á stevnum og í politikki.
Og nú eg nevni politikkin - Hóast orðaskiftið mangan tykist hvast á løgtingi, og tað kann vera torført at finna felags stev, so eru helst øll á løgtingi samd um at vilja Føroyum væl.
Tað var ein vøkur løta í gjár, tá tingsetan endaði við at øll sungu tjóðsangin, og tað mundu vera fleiri við mær, ið hugdu at vakra Merkinum í tingsalinum hesa løtuna.
Latið okkum nýta dagin í dag, nú vit hátíðarhalda Merkið, at hugsavna okkum um alt tað nógva, ið savnar okkum.

Tað er ikki sørt hugfarsligt hjá mær at standa her í dag í Hvalvík. Sum smágenta flutti eg við familjuni úr Havn norður til Eiðis, har pápi mín var kommunulækni. Hóast Eiði (enn) ikki er í Sunda kommunu, var tað tá, sum í dag, í sama læknaøki. Tað var í tí tíðini, tá læknar enn fóru sjúkravitjan. Eiðis læknadømi var vítt um at fara, og eg slapp mangan túrin við, tá boð vóru eftir lækna. So sat eg í køkinum og bíðaði, meðan tann sjúki varð kannaður. Eg havi mong góð minni frá tí tíðini, men serliga væl minnist eg einu ferðina í Tjørnuvík, har eg fyrstu ferð smakkaði ’Knorr aromat’ uppá skerpikjøt. Tað var øgiliga nýskapandi í míni verð.

Men tit her í Sunda kommunu duga jú kynstrið at skapa nýtt úr tí góða gamla enn í dag. Átakið hjá tykkum at varðveita staðarnøvn og skráseta gomlu bygdargøturnar er eitt gott dømi um hetta. At nýta nýggju tøknina at varðveita tað gamla og á tann hátt halda tí livandi, er alla æru vert. Blíðskapurin í Tjørnuvík er hin sami, og eg skilji væl at listafólkini trívast so væl í gamla skúlanum.
Takk fái tit fyri tað.

Tá familjan flutti av Eiði til Havnar byrjaði eg hjá skótunum. Í hugnaligu skótahúsinum við Havnará lærdu vit gentur mangt og hvat. Patruljan hjá okkum æt Vípan og sjálvandi høvdu vit okkara egna vakra flagg. Um vit savnaðust til skótafundir ella ferðaðust kring landið var okkara patruljuflagg altíð við. Hetta flaggið eyðmerkti okkum sum ’patrulju’, og hóast ymisk fløgg vóru til ymisku patruljurnar, savnaðust allar patruljurnar um Merkið.
Ein rættur skóti má hava ein góðan ryggsekk við pláss til soviposa og útgerð. Eg minnist enn, hvussu stolt eg var, tá eg hevði seymað mær eitt lítið flagg á annan síðulumman á mínum bláa ryggsekki. Hesin ryggsekkur hevur síðan fylgt mær á mongum ferðum.
Í 1992 vóru eg og maðurin (og ryggsekkurin) á ferð í Himmalayafjøllunum. Hóast barnvaksin undir Slættaratindi var tað sera stórsligið at vera á ferð í hesum fjøllunum. Fólkið var sera fyrikomandi, og tað var eyðsæð at buddistiska trúgvin fylti nógv í dagligdegnum. Nærum allastaðni hingu fagurlitt buddistisk bønarfløgg. Hesi sermerktu, tríkantaðu marglittu fløggini, sum veitrandi í vindinum sendu bønir til himmals. Og hóast fløggini ikki vóru okkara fingu vit eina góða kenslu, tá vit fingu at vita, at bønirnar fløggini sendu til himmals umfataðu okkum øll – ikki einans buddistarnar, ið búðu í økinum.
Tó at vit møttu fólki úr ymiskum londum, kendist ongin við Merkið á mínum ryggsekki. Men so ein dagin á veg niðan á tindin Kala Pattar í góðum 5600 metra hædd, steðgaði ein maður okkum. Hann var eysturríkari og kendist beinavegin við føroyska flaggið. Tað var tó ikki við gleði og stoltleika hann kendist við Merkið, men heldur eyðmýking og skomm. Hann var fótbóltsfjeppari og hóast hetta vóru 2 ár eftir søguliga dystin í Landskrona, var hann enn keddur um úrslitið, men eisini hugtikin av føroyska fótbóltslandsliðnum. Merkið kendist hann við, og vit fingu eitt hugnaligt prát.

Meðan vit óttaleys fjakkaðu frítt um í Nepal og fjareystri brast kríggj á í táverandi Jugoslavia. Heimafturkomin fyltu myndir frá ræðuleikunum, kríggið á Balkan hevði við sær fyri fólkið har, miðlarnar. Tó at ryggsekkurin var lagdur til viks í nøkur ár, meðan eg gjørdi lesturin liðnan, byrjaði tankin um at hjálpa hesum fólkum at búnast. At hoyra hvussu familjur blivu riknar frá húsi og heimi og síggja myndir av sundurbumbaðum bygdum ávirkaði nógv okkara. Eg gjørdist virkin í felagsskapinum ’Læknar uttan landamørk’ og fór sum nýklaktur lækni til Bosnia at starvast. Ryggsekkurin við Merkinum á lummanum var pakkaður við tí mest neyðturviliga og eftir eina heldur baldruta ferð kom eg til Screbrenica. Her var ein sokallað enklava, eitt trygt stað fyri bosnisk-muslimskar flóttar. Her veiggjaði ST-flaggið hjá hálendsku ST-herdeildunum, sum skuldu verja økið. Saman við øðrum heilsustarvsfólki virkaði eg undir flagginum hjá ’Læknum uttan landamørk’ og hetta flaggið gav okkum atgongd til øki, har hálendska herfólkið ikki var vælkomið. So hóast vit koyrdu runt í økinum í skotsikrum vestum og hjálmum gav hetta flaggið okkum eina kenslu av at vit vóru trygg. Uppreistrarbólkarnir í økinum virdu flaggið og góvu okkum ’arbeiðsfrið’.
Heimafturkomin til Føroya eftir lokna tænastu var tað ræðandi at síggja, hvussu ST-herdeildin í økinum ikki var til stórvegis hjálp, tá Ratko Mladic og hansara bosnisk-serbiska herdeild tóku lívið av umleið 8000 bosnisk-muslimskum monnum í tí ringasta fólkadrápinum í Europa síðan seinna heimsbardaga.
So meðan Merkið veitraði í føroyska summarlotinum her heima í friði og náðum, var skilið eitt annað í Bosnia. ST-flaggið, sum er sjálv ímyndin av friðarvarðveitandi endamálinum hjá ST, var sostatt ikki nóg mikið at tryggja frið. Eitt flagg er í sær sjálvum ikki nóg mikið. Tað er tað vit leggja í flaggið - tann virðingin vit og onnur hava fyri tí, flaggið umboðar, sum gevur flagginum sín ’legitimitet’. Vit eiga allatíð at stríðast fyri at varðveita vunnin rættindi, samstundis sum vit arbeiða okkum framímóti tí degi, tá Merkið veitrar á stong í einum sjálvstøðugum Føroyum. Mín vón og ætlan er, at tað verður heilt skjótt.

Sum føroyingar hava vit tann framíhjárætt at liva í einum landi, uttan her og uttan hernaðarskyldu. So hóast okkara flagg – Merkið – fekk almenna viðurkenning í samband við broyttu støðu okkara undir 2.veraldarbardaga kunnu vit fegnast um at okkara flagg ikki hevur verið á lofti og við orðunum hjá Regini Dahl ’breggja av drápssekt og týndari toft’

Eg fari at lesa eina yrking, sum Regin Dahl skrivaði í 1947, fyri 71 árum síðani, til merkisveitsluna í songfelagnum ’Ljómi’.

FORLJÓÐ (úr savninum Beltisgyrði frá 1947)


’So mong vóru merkini borin av monnum í hernað og á hatursslóð,
Har spjót og gotur dundu og hestar tráddu blóð –
Men tú ert ungt og reint – tú skalt aldrin á loft
At breggja av drápssekt og týndari toft,
Men signa skalt tú halgir okkara og fundargleim
Og halga hvønn ein yrkan dag og hvørt eitt friðarheim.

- eitt flagg er ikki sýldur dúkur og silkibendlar og fjas,
men tað merki, ið kann binda saman fólksins dans og as,
ið lýsir yvir bygdalag í summardagsrógv
og yvir bardum byrðingi um heysttungan sjógv –
tað signar hvørja hond, ið er krøkt um yrkis tól,
og hvørt eitt mansins høvur, ið nýggja hugsan ól –

tí merkið er fólksins andi,
og um andans flog
og trúfesti bert tú okkum boð:
so – íhvar vit eru staddir,
hvør í sínum føri,
summir við bók
og summir við snøri –
at onga tíð vit gloyma,
um kalvin kemur brestandi at borði,
ævinleikan í kvæðisins orði,
og at vit minnast á,
tá ið krambúð verður stongd
og líður móti nátt,
at líta upp í loft,
har grannlýsið logar
og syngur um lívsins mátt!

Enn ert tú ungt, og vit eru lágir í gøtuni enn,
Og mong verður løtan stravin, áðrenn vit verða fullroyndir menn –
men vit unna tær væl, og fylgja við tær,
verður leiðin væl gongd

fram gjøgnum ótøki, niðan um skarð –

so ikki sum higartil mest verður lyfti bara og orð -
minn okkum, menn okkum – dagsverk bíðar – á báru – á for!’

Hendan tíðin tá sóljurnar spretta, fuglarnir reiðrast og smálombini koma er serstøk. So við og við gerast blómurnar fleiri og fuglaljóðini fjølbroyttari. Hetta er ein boðan um lív, summar og vón, men tað er eisini ein áminning til okkum at virðismeta tað margfeldni vit hava í Føroyum.

Vit hava fólk úr ymiskum londum, við ymiskari trúgv og ymiskum fortreytum annars. Men øll kunnu vit vera við at byggja land.

Forfedrarnir hava latið okkum Føroyar, at umsita. Vónandi ynskja vit øll eina framtíð her og vilja leggja okkara klípi til varðan, so gøtan verður enn betri at ganga hjá okkara eftirkomarum.

Vónandi fáa eg og børnini onkran túrin eftir bygdagøtunum í kommununi í summar, og hvør veit, kanska okkurt hugnaligt prátið eisini.
Tit kenna okkum aftur á bláa ryggsekkinum við Merkinum á síðulummanum.

Góðan flaggdag

Takk fyri

 

Heðin Zachariasen tók nakrar myndir. Tær síggjast her:

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00