Brúgvin fingið egið frímerki

í apríl mánaða komu nýggj frímerki út. Harímillum er eitt sera vakurt av Brúnni um Streymin.

Posta skrivar soleiðis um frímerkið:

Tað kann tykjast margháttligt, tá hugsað verður um hvussu lítið landið er, men samferðsla, flutningur og logistikkur hava altíð verið ein trupulleiki í Føroyum. Fjøll og brattar líðir, har ein bert kundi ferðast til gongu – streymasund og svikaligar siglingarleiðir yvirhøvur, sum kravdu eina heila bátsmanning at flyta seg yvir. Søgn og søga siga frá mangari ótespuligari ferð millum oyggjana – og tað kom meir enn so fyri, at flutningur endaði í vanlukku og bráðum bana. At ferðast úr oyggj í oyggj kundi vera so tvørligt, at tað oftast var ein fyritøka fyri birgar menn í bestu árum – og tann avbyrging hetta førdi við sær gjørdi, at vit enntá fingu dialektir í einum av heimsins minstu tungumálum. Hesin trupulleikin helt sær langt upp í tíðina. Eg minnist sjálvur at hava hitt gomul fólk, serliga kvinnur, sum aldrin høvdu sett fót uttanfyri føðioynna.

Við fyrra aldarmóti kom spakuliga vend í. Skipað varð fyri spjaddum ferjuleiðum millum oyggjar og bygdir – og eftir at fyrsti bilurin kom til landið í 1922, kom eisini tørvurin fyri vegasambandi millum bygdir og býir. Seinast í sekstiárunum vóru hampuligir bilvegir millum bygdir flest, men tað var framvegis ikki gjørligt at koyra millum oyggjarnar.

Serliga var samferðslan millum Streymoy og Eysturoy tvørlig. Hóast oyggjarnar liggja tætt hvør at aðrari, var neyðugt við ferjum til bilferðsluna millum Tórshavn og økini norðanfyri á Eysturoy og í Norðoyggjum. Ein bilferja sigldi millum Havnina og Toftir á eystara armi á Skálafjørðinum, meðan ein minni ferja flutti bilar úr Hósvík til Selatrað. Av tí at talið av bilum øktist í stórum og førdi til seinkingar og bíðitíð við ferjulegurnar, varð avgjørt at byggja eina brúgv millum tær báðar stóru oyggjarnar.

Brúgvin um Streymin – brúgvin um Atlantshav
Í mars 1971 fór byggifyritøkan E. Phil & Søn undir arbeiðið at byggja brúgv millum Streymoy og Eysturoy. Landsverkfrøðingurin hevði valt ein tann stytsta teinin yvir Sundalagið og árið fyri varð ein byrging løgd yvir sundið. Streymoyarmegin lá brúgvarfestið eitt sindur sunnanfyri Langasand, meðan tað eysturoyarmegin lá millum Norðskála og Oyrarbakka. Staðið kallast við Streymin, orsakað av mjækkanum í sundinum, sum gevur harðan streym í sjóvarføllunum.

Tað tók hálvtriðja ár at byggja brúnna. 220 metrar long, 9,5 metrar breið og uml. 17 metrar høg var brúgvin – og 30. oktober 1973 varð hon alment tikin í nýtslu. Fyrstu tíðina gekk ferðslan bara norðureftir, men trý ár seinni kom Norðskálatunnilin, ið bant veganetið millum brúnna øðrumegin og miðstaðarøkið við Skálafjørðin og ferjusambandið millum Leirvík og Klaksvík saman. Í 2006 kom so tann stóri undirsjóvartunnilin millum Klaksvíkina og Leirvík og sostatt var nú beinleiðis vegasamband millum Kunoy, Borðoy, Viðoy, Eysturoy, Streymoy og Vágarnar.

Brúgvin við Streymin var fyrsta stig í miklu verkætlanini at sambinda føroyska veganetið. Brúgvin verður eftirkannað fimta hvørt ár fyri slit - og í 2011 vórðu umfatandi ábøtur framdar og brúgvin víðkað við gongubreyt/súkklubreyt.

Brúgvin við Streymin og vegir og tunnlar, ið eru knýttar at henni, hevur havt alstóran týdning fyri føroysku samferðsluna og samfelagsmenning sum heild.

 
 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00