25 ára starvsdagur á kommunuskrivstovuni

1. apríl 2018, vóru 25 ár, síðan Jóhanna Olsen kom í starv í táverandi Haldórsvíkar Kommunu.

Við samanleggingini av kommununum í Sundalagnum í 2005 kom Jóhanna at starvast í umsitingini á Oyrarbakka.

Jóhanna tekur sær av lønargjaldingunum hjá kommununi og øðrum, sum til bókhaldið hoyrir. Harafturat hevur Jóhanna m.a. ábyrgdina av fólkayvirlitinum. Eyðsæð er, at nógvar broytingar hava verið á kommunala økinum hesi tjúgu árini – frá teimum sera sperdu kreppuárunum til tryggari viðurskifti seinnu árini.

BB9D7E46 3BCE 4DE5 8C11 A5BA7800C3E7Í sambandi við 25 ára starvsdagin hjá Jóhonnu varð í dag skipað fyri hugnaligari løtu á kommunuskrivstovuni. Borgarstjórin helt røðu og handaði henni glasvarða og eina blómuheilsan, sum tøkk fyri trúfesti og arbeiðsemi.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00