Vegurin til Tjørnuvíkar raðfestur

Hósdagin 3. mai vitjaði landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, Sunda kommunu.

Borgarstjórin hevði boðið honum og Landsverki norður at umrøða bráðneyðugar ábøtur á Tjørnuvíkarvegnum. 

Landstýrismaðurin og Landsverk fingu á hesum ástaðarfundi neyva frágreiðing um tørvin og ynskini hjá Sunda kommunu og tjørnuvíkingum. À fíggjarlógini fyri 2018 er ein millión krónur raðfest til vegin. Hetta er eitt stig á rættari leið. Landstýrismaðurin ásannar tó, at tøvur er eisini á at fáa fleiri størri víkipláss, og at hampað verður um bilverjuna. 

Um málið sigur borgarstjórin Heðin Zachariasen: "Vit í kommununi ynskja trygt og tíðarhóskandi vegakervi til allar okkara bygdir. Eg fegnist um, at landstýrismaðurin var jaligur og tekur hetta málið í álvara og hevur í hyggju at gera munandi ábøtur á vegin til Tjørnuvíkar í ár."

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00