Ung í arbeiði 2018

Nú ber til at tekna seg til "ung í arbeiði". Í ár verður arbeitt vikurnar 27 og 28, frá 2. juli til og við 13. juli.

Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum komandi skúlaár fara í ávikavist 9. og 10. flokk. Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 8.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er arbeiðsdagurin liðugur. Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Havnar Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.

Tey, sum eru áhugað í hesum tilboði, verða biðin um at seta seg í samband við kommununa á tlf. nr. 667271 ella við at senda ein teldupost til sunda@sunda.fo, og melda seg til.

Við tilmelding skal upplýsast navn, bústaður, føðiár, telefonnummar og flokkur.

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00