Bókasøvn á ferð við Gjógv

Hóskvøldið 17.mai kl. 19.00 fara bókasøvnini í Sunda kommunu á ferð og skipa fyri kvøldsetu í bygdarhúsinum við Gjógv.

Heðin M. Klein, yrkjari, verður gestur. Heðin fer at lesa yrkingar og Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð fer at hava samrøðu við hann, um hansara lív sum listamaður. Ester Kristiansen fer eisini at syngja nakrar sangir. 

Aftaná er ein drekkamuður og møguleiki er dyri at síggja eitt sindur av tí bókasøvnini hava at bjóða.

Øll eru vælkomin.

Bókasøvnini í Sunda kommunu

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00