Býráðið samtykt ferðavinnupolitikk

Á býráðsfundi 30. apríl varð ferðavinnupolitikkurin endaliga samtyktur. 

Borgarafundir vórðu hildnir runt um í kommununi í vár og síðani hevur býráðið viðgjørt ferðavinnupolitikkin av nýggjum.

Málið hjá kommununi er, at skapa best møguligu fortreytir fyri, at borgarar og fyritøkur í hesum øki hava hug og dirvi til at bjóða seg fram í hesi skjótt vaksandi vinnu, so hon fer at kasta pening av sær til økið.

Samstundis ynskir kommunan, at skipan av hesi vinnu fær høga raðfesting komandi árini, soleiðis at hon gerst burðardygg og fer at samstarva væl við aðrar vinnur í økinum.

Ferðavinnupolitkkurin kann lesast her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00