112 dagur á Oyrarbakka

Tað var ein heldur øðrvísi hósmorgun í dag tá stórt tal av 6 ára gomlum møttu á Oyrarbakka til 112-dag.

Tað er SSP-samstarvið sum skipar fyri degnum har børnini sleppa at síggja og royna seg innan tyrluflutning, sjúkrabil, sløkkilið og løgreglu. 

Dagurin byrjaði við at borgarstjórin helt røðu síðani kom tyrlan og børnini sluppu at síggja øll hesi spennandi akførini og ikki minst hundarnar. Eisini var sangframførsla og hugni á skránni.

Sum myndirnar vísa, so var hæddarpunktið tá tyrlan hjá Atlantic setti seg við Eydnuna á Oyrarbakka. 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00