Situr tú við einum góðum hugskoti?

Situr tú inni við einum góðum hugskoti til mentanardagarnar í september? Nú hevur tú møguleikan at fáa títt tiltak við í skránna.

Mentanardagar 2018 verða í døgunum 13. til 22. september. Eins og undanfarin ár ynskja vit, at mentanardagarnir verða savnandi og at bjóða tiltøk runt um í allari kommununi.

Vit vilja tí bjóða øllum, sum hava hug og áræði, at koma við sínum ískoyti til mentanardagarnar. Øll hugskot eru vælkomin, einans hugflogið setur mørk.

Kommunan ger faldara í sambandi við mentanardagarnar, ið verður borin í hvørt hús í kommununi.

Eru tit áhugað í at koma við í skránna eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við kommununa, í seinasta lagi 15.juni 2018.

Saman skapa vit nakrar spennandi mentanardagar.

Minnast tit hvussu stuttligt tað var í fjør? Myndir frá Mentanardøgunum 2017 síggjast her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00