Ársroknskapurin fyri 2017 góðkendur

Býráðið í Sunda kommunu hevur góðkent ársroknskapin fyri 2017.

Kommunan hevði avlop uppá 6,2 mió.kr. Inntøkurnar vóru íalt 89,6 mió.kr. Raksturin kostaði 64,2 mió.kr. og løgur vóru gjørdar fyri 19,2 mió.kr.

Inntøkurnar vóru 10,2 mió.kr. størri enn í fíggjarætlanini fyri árið. Bæði kommunuskatturin og felagsskatturin góvu væl meira í kommunukassan enn roknað var við, tá fíggjarætlanin var løgd.

Av løgunum uppá 19,2 mió.kr. var meginparturin ella 13,5 mió.kr. brúkt til nýggja skúlan og ítróttarhøllina við Streymin, sum stendur í gerð.

Við árslok 2017 var lániskuldin 20 mió.kr. Nettoskuldin var 9,4 mió.kr. sum er 0,13 álíkning.

Roknskapurin kann lesast her.

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00