Skrá fyri Bátahugnan 2018

Bátahugnin 2018 verður leygardagin 2. juni. Eins og undanfarin ár verður siglt av Selatrað til Hvalvíkar har Sundalags bátafelag skipar fyri ymiskum tiltøkum við bátahylin. Kostnaður fyri at melda til er 300 kr. fyri hvønn bát og kampingvogn. Íroknað gjaldið er máltíð tá komið verður í land. Bátar fáa atgongd til vatn og el og til ber at keypa olju.

Skrá:

Kl. 13.30 Sigla frá Selatrað til bátahylin í Hvalvík
Kl. 14.00 ÁWAY Service og dekksølan bjóða grillaðar pylsir og sunkist
Kl. 15.00 - 17.00 smyrjibreyð til báta- og kampingfólk í teltinum
Kl. 17.30 Grillaður grís og lamb fáast til keyps frá Ørvaroddar við bátafelagshúsið
Kl. 20.30 Felagssangur við harmoniku spæli
Kl. 23.00 Lutaseðlarnir verða trektir

Øll eru hjartaliga vælkomin

Sundalags Bátafelag


Finn bátafelagið á facebook: Sundalags Bátafelag

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00