Heimablídni í Niðristovu í Hvalvík

Í sambandi við, at bóndaparið Guðrun Eilersdóttir og John Eikhólm lata upp heimablídni í Niðristovu, var borgarstjórin á vitjan í síðstu viku og handaði teimum eina gávu.

Niðristova er ætlað sum heimablídni til bólkar, ferðafólk og starvsfólkaútferðir, men eisini til annað virksemi eitt nú fundir og fyrilestrar.
Bóndahjúnini hava fríðkað høli við ymiskum, eitt nú hava vit eina myndarøð, ið lýsir seyðahald, ymisk gomul amboð, o.a.

Niðristova í Hvalvík liggur í gomlu bygdini og er tað bert eitt hanagleiv at ganga oman til gomlu kirkjuna, gamla skúlan og vøkru viðalundina. Bygdagøtan millum Hvalvík og Vestmanna liggur tætt við, so tað liggur væl fyri.

Niðristova er opin eftir avtalu. Til ber at senda teldupost til nidristovugardur@gmail.com ella ringja til Guðrun á telefon 58 52 12.

Sunda kommuna ynskir nýggju fyritøkuni hjartaliga vælkomnari.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00