Ferðavinnan í Saksun - loysn í eygsjón

Mikudagin vóru bóndurnir í Saksun bodnir til fundar við Sunda kommunu um hvussu ferðavinnan skal skipast í bygdini.

Úrslitið av fundinum varð, at bóndurnir ynskja sjálvir at menna ferðavinnutilboð inni á teirra festijørð og kommunan virðir teirra avgerð, sum er í tráð við ferðavinnupolitikkin hjá kommununi.

Tað er eingin loyna, at tað er ein avbjóðing at skipa viðurskiftini hjá teimum ferðandi í bygdini, og kommunan hevur í vár arbeitt miðvíst saman við bóndrunum og menningardeildini hjá VisitFaroeIslands um at fáa eina loysn, sum øll kunnu góðtaka. Festibóndurnir eiga sera stóran part av lendinum í bygdini og alt, sum kommunan hevur í hyggju at gera, verður tí gjørt í tøttum samráð við teir.

Tað, at bóndurnir í Saksun nú miðvíst fara at arbeiða við at skapa ferðavinnutilboð í bygdini, er sera hugagott og kommunan fegnast um at tey lokalu í bygdini ynskja at bjóða seg fram í ferðavinnu.

Partarnir fara at skriva undir eina avtalu um at kommunan kann ogna sær nakað av lendi fyri at víðka tað almenna rúmið í Saksun. Eisini fer kommunan at skelta í bygdini.

Kommunan hevur eina heildarætlan fyri Saksun, sum ferðavinnubygd sum kann lesast her.

Langtíðarmálini eru at kommunan fer at gera wc viðurskiftini betur og eina gøtu sum bindur býlingarnar við Svartá og Dúvugarðar saman. Til hetta skal ein brúgv gerast um ánna.

Alt í alt ein jaligur fundur og hevur kommunan nú góðar vónir um, at Saksun fer at gerast ein væl skipað bygd tá tað kemur til ferðavinnu.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00