Útnyrðingur í Hósvíkar kirkju

Aftankvirra við fløytubólkinum Útnyrðingi verður í Hósvíkar kirkju 20. juni kl.20.00.
28.juni ferð floytubólkurin Útnyrðingur til Skotlands á konsertferð. Í tí sambandi - og sum ein liður í venjingartilgongdini fram til fráferð - spæla vit eina aftankvirru, har vit deila okkara spæligleði og partar av skránni, sum vit áhaldandi arbeiða við.
Verið vælkomin í nýumvældu og vælljómandi kirkjuna í Hósvík, mikukvøldið 20. juni klokkan 20:00.