Skúlin á Bø verður til trivnaðarøki

Á býráðsfundi 28. mai 2018 samtykti býráðið at taka skúlan á Bø í Haldórsvík niður. Tá skúlin er tikin niður, verður økið hampað og gøta gjørd oman á sandin.
Kommunan eigur tveir skúlabygningar í Haldórsvík og gamli skúlin er nú gjørdur í stand. Skúlin á Bø tørvar nógvar ábøtur og av tí at kommunan frammanundan hevur ein gamlan skúla, sum er gjørdur í stand, so hevur býráðið samtykt at taka skúlan á Bø niður. Arbeiðið verður gjørt í summar.
Hans Pauli Joensen bygdi sethúsini á Bø í 1923-1924. Hans Pauli var skipari og handilsmaður og hevði matvøruhandil í kjallaranum í fleiri ár.
Í 1980’unum keypti kirkjuliga missiónsfelagið húsini og nýtti tey til leguvirksemi í fleiri ár. Húsið varð tá kallað Lívd.
Dagrøktin í Haldórsvíkar kommunu leigaði seg inn í kjallaran í nøkur ár og í 2001 keypti Haldórsvíkar kommuna sethúsini til skúla.
Fólkaskúli til børn frá 1.-7.flokk var í húsunum inntil 2016.
Tá skúlin á Bø er tikin niður, verður økið hampað og ætlanin er at gera eitt hugnaligt trivnaðarøkið har. Gomlu trøini verða varðveitt og gerast ein partur av trivnaðarøkinum.