Tveir býráðslimir súkkla til París

Í góðveðrinum hósdagin høvdu mong leita sær til Margáir í Streymnesi, fyri at ynskja Rynkeby súkklarunum góða ferð.

Hópurin, sum í ár telur 50 fólk, møtti stundisliga, og fekk ein betri bita í ítróttarhúsinum. Borgarstjórin, Heðin Zachariasen, helt røðu og handaði Rynkeby Føroyar eina gávu. 

Tað var nakað heilt serligt í ár við tað, at tveir býráðslimir eru við í hópinum, sum fer til París. Tey eru Thordis Dahl Hansen og Trygvi Kallsoy. Til løtuna við Margáir helt Thordis eina sera rørandi røðu. Umframt tey bæði úr býráðnum eru eisini tveir menn úr Sundalagnum sum eru við sum hjálparfólk teir eru Djóni Eidesgaard frá Norðskála og Áki Ellendersen úr Streymnesi.

Vit í Sunda kommunu ynskja teimum øllum eina góða ferð.

Myndir síggjast her:

 

 

 

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00