Thordis og Trygvi - súkkla til París

Á Team Rynkeby Føroyar liðum í ár súkkla tveir av okkara býráðslimum. Tey eru Thordis Dahl Hansen og Trygvi Kallsoy. Liðið hevur nú súkkla 623 km og er hetta áleið helvtin av túrinum. Tey koma til París leygardagin.

Á facebook vanganum hjá Team Rynkeby Føroyar ber til at fylgja við hvussu gongur.

Fakta um Team Rynkeby Føroyar

Team Rynkeby er eitt altjóða vælgerandi súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París, fyri at savna inn pening til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra. Í 2018 er liðið samansett av 1.900 súkklarum og 450 hjálparum, deild út á 44 lokal lið í Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Noreg. Team Rynkeby Føroyar er eitt av 48 liðum, og við á liðum eru uml. 50 súkklarar og 10 hjálparar. 

Til ber at lesa meira her.

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00