Nýggj café í Tjørnuvík

Seinasta vikuskiftið lat upp nýggj café í Tjørnuvík. Talan er um hugnaligu Sand-café by the Beach.

Tað eru hjúnini Søren Magnussen og Naiana Azevedo Magnussen sum í felag reka caféina sum hevur áleið 20 sitipláss inni umframt at til ber at seta seg oman á sandin at eta. Tey selja døgurðamat og dessert umframt kaffi og leskidrykkir. Opið er mánadag-leygardag frá kl.11.00 - 20.00 og sunnudag frá kl.13.00 - 20.00.

Sunda kommuna fegnast um nýggju caféina og ynskir Søren og Naiana bestu eydnu frameftir.

Til ber at bíleggja pláss á tlf: 227282.

facebook síða hjá Sand-café by the Beach sæst her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00