Konsert í Tjørnuvíkar kirkju

Solveig Kaae konsert í Tjørnuvíkar Kirkju sunnudagin 8. juli klokkan 16:00. Konsertin er púra ókeypis, og varðar á leið ein tíma.

Á sumri í 2013 byrjaðu Dávur Birgisson og Solveig Kaae samstundis at lesa á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn. Nakrar mánaðir eftir at skúlaárið var byrjað, fingu tey undirvísing hjá Per Pålson í lærugreinini "Kamartónleikur", og her var tað, at tey tóku síni fyrstu fet sum duett.

Síðan tá hava tey spælt nógv saman, bæði í skúlagongdini og til ymisk tiltøk, og arbeitt hevur verið fram ímóti, at gerast ein nærløgd og professionel duett.

Tá ið man stovnar eina professionella duett, er gott at finna sær eitt hóskandi heiti, og hetta hava Dávur og Solveig lagt sær í geyma. Semja hevur verið um at nevna duettina "Sekundettin".

Orðið "Sekundett" er eitt nýtt hugtak, og lýsir eina duett, har ið báðir tónleikarirnir eru meiri javnsettir, í mun til eina duett. Dávur og Solveig hava sjálvi smíðað orðið, og fingið íblástur frá orðinum "Tertsett", sum lýsir eina meiri javnsetta "Trio".

Oftani er so við duettum, at annar hevur høvuðsleiklutin og hin ein minni týdningarmiklan leiklut, men hetta er ørðvísi hjá Sekundettini: her eru báðir leiklutirnir javnt stuðlandi ímóti hvørjum øðrum.

Á hesari konsertini fara vit at hoyra fjølbroyttan tónleik, bæði úr Føroyum og ymsastaðni úr heiminum.


Skráin:

Kári Bæk f. 1950
"Sálmar"

Mario Castelnuovo Tedesco (1895-1968)
Sonatina
-Allegro Grazioso
-Siciliana
-Scherzo-Rondo

Hilding Hallnäs (1903-1984)
-3 Dialoger

Atli K. Petersen f. 1964
"Á Fríggjaraferđ"

Laurindo Almeida (1917-1995)
-Pastoral e Joyeuse

Astor Piazzolla (1921-1992)
Historie du Tango
-Nightclub 1960


Floyta: Solveig Kaae
Gittar: Dávur Birgisson

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00