Lestrarrúm í summarferiuni

Vit ynskja at bjóða okkara ungu, sum eru heima í summarferiu, bestu umstøður. Tí verður á fyrsta sinni lestrarhølið opið í summarferiuni.

Vit lata snotuliga skúlan í Hósvík upp frá mánadegnum 16. juli til fríggjadagin 10. august 2018. Tænastan er til tey, sum eru heima í summarfrí og eru í holt við uppgávuskriving ella skulu til próvtøku. Tó eru eisini onnur lesandi vælkomin at nýta hølini.

Ynskir tú at nýta hølini send ein teldupost til sunda@sunda.fo ella ring til telefon 297221 innan fríggjadagin 13.juli 2018.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00