Nýggjur handil við Norðskála

Í dag lat klædnahandilin STINA upp, tað er Kristina Glyvradal sum eigur og rekur handilin sum eitur STINA. 

STINA er eitt nýtt, føroyskt klædnamerki til kvinnur, har øll vøran er framleidd í Føroyum og hondgjørd við kærleika. Handilin er í hugnaligum hølum á Mýrivegi 14 við Norðskála.

Vøran er sjáldsom á tann hátt, at tað mesta ikki verður framleitt í stórum mongdum, og tískil kann vøran verða serstøk fyri keyparan.
Umframt vøruna, ið er at fáa í handlinum, er møguligt at bíleggja pløgg eftir ynski.

Handilin hevur facebook síðu: stina_fo og finst eisini á instagram undir stina_fo.

Fitt av fólki varð komið á gátt tá handilin lat upp. 

Sunda kommuna ynskir eigaranum tillukku við nýggja handlinum.

Myndir síggjast her:

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00