Allir bøgarðar skrásettir

Allir garðar eru skrásettir í kort sum greitt vísir hvør hevur ábyrgd at halda garðarnar í bygdunum. Tað er hegnsýnisnevndin, saman við fólki í umsitingini og fyritøkuni Munin sum hava staðið fyri arbeiðinum. 

Á kortinum sæst hvar bøgarðarnir eru og hvør eigur ábyrgdina at halda garðin. Linjurnar á kortinum eru í ymsum litum, soleiðis at greitt er hvar hegnskyldan skiftir eigara. Skipanin er gjørd soleiðis, at hegnsýnið skrásetir við teldli tá garður trongir til ábøtur og hetta sær tekniska umsiting á teldutøka kortinum og fær síðani sent skriv út til viðkomandi.

Kommunan fegnast um, at hetta megnar arbeiðið nú er komið undir land. Skrásetingin fer at lætta munandi um arbeiðið hjá hegnsýninum og gevur eisini borgarunum betri innlit í viðurskiftini. Kortið sæst á sunda.kort.fo, undir hegnskylda.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00