Regatta 3.august

Fríggjadagin 3. august verður árliga Regattasiglingin. Siglt verður av Eiði til Hósvíkar kl. 16.30.

Tá komi verður til Hósvíkar verður góður døgurði at fáa í bygdarhúsinum sum kendi kokkurin Ruben Busk ger, og leygarmorgunin er morgunmatur.

Kostnaður fyri luttøku, íroknað regatta blusu, armband og báðar máltíðirnar, er einans 150 kr. Campingvognar eru eisini vælkomnir, einasta krav er at hava atgongumerkið sum øll onnur.

í Tónaneystinum verða Hanus G Johansen, Elin Súsanna Wiberg Mortensen og Gudmund Mortensen. Síðani verður felagssangur og miðnáttarrøða við Ben Arabo.

Á miðnátt verður dansur við SPAÐAR 5 í Bygdarhúsinum. Kostnaður til dansin er 150kr.

Tilmelding fer fram við at ringja á: 722421/560022 ella við at senda ein teldupost á hosvik79@gmail.com. Seinasta freist at melda til er mikukvøldið 1. august 2018.

Prísurin er sera góður. Kostnaðurin er 150 kr. fyri vaksin, og børn upp til 14 ár einans 100kr.

Í 2016 var flottur filmur gjørdur - Filmur sæst her.

Vinaliga
Hósvíkar Róðrarfelag

 

 

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00