Fjalla marathon verður í september

Dámar tær væl at renna? Útilív Adventure Festival bjóðar tær at renna í øðrvísi umhvørvi enn tú ert vanur við. 

Í døgunum 7. til 9. september verður fyrsta trail marathon og ultra marathon renning fyriskipað í Føroyum undir heitinum Útilív Adventure Festival. Luttakararnir kunnu velja ímillum 4 ymiskar rutur, 13 km, 21 km, 42 km og 65 km, allar ruturnar liggja í høgum í norðara parti av Streymoynni. Tað eru fólkini handan ensku fyritøkuna Little Big Adventure, sum hava tikið stig til renningina. Tey hava drúgvar royndir í renni tiltøkum uttanlands og hildu, at tað er upplagt at skipa fyri slíkari renning í Føroyum. Tey hava frá fyrsta degi samstarva við føroyskar veitarar og teir bøndur, sum eiga jørð, har runnið verður.

Higartil hava út við 200 útlendingar meldað seg til renningina og umframt sjálva renningina verða ein røð av øðrum tiltøkum hesar dagarnar í september. Nærri kunning um skránna og tilmelding sæst á heimasíðuni utilivfestival.com

8. september kemur kappingin at seta serliga dám á Tjørnuvík við tað, at allir rennararnir koma um mállinjuna har.

Útilív Adventure Festival er skipað í samstarv við Sunda kommunu.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00