Skráin fyri vitjanina av krúnprinsafamiljuni

Leygardagin 25. august vitja krúnprins Frederik og krúnprinsessa Mary og børn teirra Sunda kommunu. Tey koma við bili til Hvalvíkar kl.13.30 har borgarstjórin bjóðar vælkomin.

Síðani verður siglt til Haldórsvíkar har gingið verður í gjøgnum bygdina. Til seinast verður koyrt til Tjørnuvíkar har móttøka verður og har krúnprinsurin m.a. fer út í Stakkin.

Kommunan fegnast um, at vit fáa so forkunnuga vitjan og bjóðar tí øllum at vera vælkomin at heilsa uppá tey kongaligu. Í bygdunum, sum vitjaðar verða, bjóðar kommunan fløgg til øll og okkurt leskiligt til góman.

Skráin sæst her:

Í Hvalvík

Kl. 13.30 Koma til Hvalvíkar.

Heðin Zachariasen borgarstjóri og frú Anna Maria Zachariasen taka ímóti. Lý Haraldsdóttir handar H.K.T. krúnprinsessuni blómutyssi. Eiðis ljómfelag spælir.

Kl. 13.45 Fráferð við báti til Haldórsvíkar.

Siglt verður undir Brúnni um Streymin, tikin í nýtslu í 1973, sum knýtir størstu oyggjarnar saman. Á ferðini sæst Føroya hægsti fossur Fossá, og siglt verður fram við laksaalistøðini hjá Marine Harvest.

Í Haldórsvík

Kl. 14.05 Koma til Haldórsvíkar.

Spákað verður gjøgnum bygdina og fram við kirkjuni. Elias Hammer bygdarráðslimur, føddur og uppvaksin í Haldórsvík, sigur frá bygdini.

Kl. 14.25 Fráferð við bili úr Haldórsvík til Tjørnuvíkar.

Í Tjørnuvík

Kl. 14.35 Koma til Tjørnuvíkar.

Kl. 14.40 Móttøka í bygdarhúsinum.

Heðin Zachariasen borgarstjóri navnkennir bygdaráðið í Sunda kommunu saman við hjúnafeløgum og heldur stutta vælkomurøðu. Móttøkan verður kanska uttanfyri, verður veðrið til vildar.

Samstundisskrá

H.K.T. krúnprinsurin

Kl. 15.00 Fráferð frá bygdarhúsinum.

H.K.T. krúnprinsurin við løgmanni, borgarstjóra og fylgi spákar ígjøgnum bygdina til tyrlupallin.

Kl. 15.10 Fráferð við tyrlu til Stakkin.

Vitjanin á Stakkinum verður við ongum miðlafólkum.

Kl. 15.15 Koma á Skoradal

Nýggi rennistrongurin verður royndur. Jógvan Magnussen gongur um Stakkin og sigur frá. Spákað verður til smáttuna, har H.K.T. krúnprinsurin skrivar í gestabókina og fær eina gávu. Signeraðu brotssøguna: ”Blíð er summarnátt á Føroya landi” eftir Jógvan Isaksen í danskari týðing: ”Den blide færøske sommernat”. Eitt brot í bókini fer fram á Stakkinum og í brattlendinum har um leiðir. Síðan verður H.K.T. krúnprinsurin við fylgi stjóraður inn aftur av Stakkinum.

Kl. 15.50 Fráferð av Skoradali til millumsteðg í Tjørnuvík.

Kl. 15.55 Koma til Tjørnuvíkar.

H.K.T. krúnprinsessan

Kl.15.00 Fráferð frá bygdarhúsinum.

H.K.T. krúnprinsessan verður í fylgi við Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu og harra Ronnie Háfoss, Thordis Dahl Hansen varaborgarstjóra og harra Dávid Reinert Hansen.

Spákað verður gjøgnum bygdina. Fólk á staðnum vísir bygdina. Vitjað verður í listafólkahúsinum, har krúnprinshúskið fær høvi at skriva navnið á bróstið (Wall of Fame) og í gestabókina. Vitjað verður í kirkjuni, har kingokórið í Tjørnuvík syngur. Aftaná verður ymist at taka sær til, m.a verða epli tikin upp, og farið verður oman á sandin. Verður veðrið til vildar, fara fólk at aka á brimfjøl á víkini.

Krúnprinshúskið

Kl.16.00 Fráferð við tyrlu úr Tjørnuvík til Havnar.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00