Sunda fysioterapi latið upp

Klinikkin SUNDA FYSIOTERAPI lat upp við Norðskála í august. Sunda Fysioterapi er partur av FysioFøroyar. Í FysioFøroyar samtakinum eru Havnar Fysioterapi, Vága Fysioterapi og Sunda Fysioterapi.

Borgarstjórin var herfyri á vitjan og heilsaði uppá eigararnar og starvsfólk. Sunda fysioterapi heldur til í hølunum á Mýriveg 10 við Norðskála, har handilin Stanley fyrr helt til.

Tí ber nú til at bíleggja tíð hjá á tlf. 285022 ella 312131. Hjørleif Niclasen fysioterapeutur, Cert. MDT og Master in Fitness and Exercise kemur at verða á klinikkini, ið eisini er Certified McKenzie Clinic.

Sunda kommuna fegnast um, at fysioterapi klinikk aftur er í økinum og ynskir eigarunum hjartaliga vælkomnum til kommununa.

 

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00