Nógv spennandi á skránni í Hvalvík

Við bátahylin í Hvalvík eru umstøðurnar sera góðar hjá fólkið at heilsa uppá krúnprinsafamiljuna leygardagin kl.13.30. Kommunan hevur sett telt upp á økinum og skótaliðið Borgin skipar fyri ymiskum spennandi til børnini.

Í teltinum kunnu børnini hugna sær við andlitsmáling, grilling av skótakeks, myndaboks o.a. Eisini ber til at tekna eina mynd og skriva eitt bræv, sum verður sent til kongshúsið aftaná.

Kommunan bjóðar øllum fløgg og eftir at tey kongaligu eru farin víðari verður okkurt gott til góman at fáa og børnini fáa sunkist.

Vónandi møta fólk fjølment at heilsa krúnprinsafamiljuni leygardagin.

 

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00