kunning um ferðsluna leygardagin

Sum kunnugt vitja krúnprinsahjúnini við børnum bygdirnar Hvalvík, Haldórsvík og Tjørnuvík leygardagin 25. august. Ferðslan verður av tí sama nakað darvað hendan dagin. Einamest í Haldórsvík og Tjørnuvík.

Løgreglan upplýsir, at vegurin til Tjørnuvíkar verður stongdur frá kl.12.00 leygardagin. Annars ber til at parkera í Tjørnuvík niðan ímóti kirkjugarðinum.

Í Haldórsvík eru góðir parkeringsmøguleikar bæði niðri á havnalagnum og í grótbrotinum. Eisini ber til at parkera í ovaru síðu á landsvegnum í Haldórsvík.

Í Hvalvík eru parkeringsviðurskiftini sera góð og perkeringsvaktir vera á staðnum og vegleiða fólk.

Innslag var í góðanmorgun Føroyar í vikuni, har tosað var við løgregluna um júst ferðsluviðurskiftini. Hoyr innslagið her.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00