Krúnprinsabørnini fingið føroyska búnan

Krúnprinsbørnini fáa hvør sín føroyska tjóðbúna, nú tey fyri fyrstu ferð vitja Føroyar. Sunda kommuna hevur givið búnan til prinsessu Isabellu.

Tað er Føroya landsstýrið, Føroya løgting, Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Sunda Kommuna og Runavíkar kommuna, sum lata búnarnar til Teirra kongligu hátign Christian prins, Isabellu prinsessu, Hansara Vincent prins og Josephinu prinsessu.

Búnin sum prinsessa Isabella hevur fingið er hegnisliga bundin, seymaður, vevaður og broderaður av fólkið í bygdunum í Sunda kommunu. 

Hansara kongliga tign Fríðrikur krúnprinsur og hennara kongliga tign Mary krúnprinsessa fingu føroyska tjóðbúnan, tá ið tey giftust í 2004.

Myndin er frá í morgun, tá krúnprinsafamiljan kom á Havnina. Portal.fo eigur myndina.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00