Skrá fyri vitjanina í Haldórsvík

Krúnprinsaparið við børnum vitja bygdina Haldórsvík leygardagin 25. august kl.14.05.

Krúnprinsurin við fylgi kemur við bátinum Silju Star, sum leggur at við Marine Harvest. Tað verður Elias Hammer, býráðslimur í Sunda kommunu, sum kemur at vísa bygdina fram. Fylgið kemur at ganga sum víst á myndini.hvar tey ganga í Haldórsvík

Kommunan bjóðar øllum fløgg og eftir at tey kongaligu eru farin víðari verður okkurt gott til góman at fáa í Avhaldshúsinum og børnini fáa sunkist.

Vónandi møta fólk fjølment at heilsa krúnprinsafamiljuni leygardagin.

 

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00